Heim / Tíðindi (síða 5)

Tíðindi

Avgerandi umfar í morgin

Í morgin sunnudagin verður níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini í talvi. Í øllum deildum valdar spenningur, tí stutt er millum oddaliðini.

Í fremstu deildini tykist Havnar Telvingarfelag kortini at hava góðar møguleikar at endurvinna meistaraheitið. Fyri dystirnar í morgin eru teir trý stig undan harðastu kappingarneytunum.  Les meira »

Dystur útsettur

Dysturin millum ST1 og KTF1 er útsettur til fríggjakvøldið 02.03.2018 kl. 19.00.

Innbjóðing: Kvik kapping í Kollafirði leygardagin 24.02

KT-Kvik 2018

Leygardagin 24. februar verður skipað fyri Grand Prix kapping í skúlanum í Kollafirði. Øll eru vælkomin at luttaka, bæði roynd og óroynd.

100 nýbakaðar ókeypis pannukøkur við róma verða serveraðar til bæði luttakarar og áskoðarar 😊
Les meira »

Havnin økir

Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin. Oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag otaði seg eitt stig aftrat frá harðastu kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag. Munurin er kortini einans tvey stig millum liðini. Les meira »

NM frásøgn: Dagur 2 (Foreldrini greiða frá)

Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan.

Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B. Les meira »

NM frásøgn: Dagur 1

Nú fyrstu tvey umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm eru avgreidd, kann ikki sigast annað enn, at føroysku telvararnir eru komnir væl frá byrjan. Í alt 5½ stig eru komin til høldar. Les meira »