Heim / Tíðindi (síða 47)

Tíðindi

Høgni FM-vinnari í kviktalvi

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag hevur í dag vunnið fyrsta FM-heitið í kviktelving.

Honum eydnaðist í umdysti í Løkshøll við stórmeistaran Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin. Tá kappingin var av stóð á jøvnum teirra millum í oddanum. Báðir høvdu átta stig eftir níggju umfør. Reglurnar eru soleiðis, at tá skal umdystur telvast. Helgi hevði annars vunnið talvið teirra millum í kappingini, og átti tí munin í mótstøðustigum. Men umdystur var ásettur, og hann vann Høgni 1½-½ eftir tvey talv. Les meira »

Helgi aftur snarmeistari

Tað er nógv telving á skránni hetta vikuskifti. Kappast verður um FM-heitið í bæði snar- og kviktelving fyri einstaklingar, og sunnudagin verður toppdystur í landskappingini.
 
Kappingin um FM-heitið í snartelving hevur verið í Løkshøll í Runavík í kvøld, og í morgin verður hildið fram við kvikkappingini. 

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við.
Les meira »

Sunnudagin 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við.
Les meira »

Sandavágsmenn flúgvandi

Meistaraliðið í føroyskari telving, Sandavágs Talvfelag, var aftur eirindaleyst í dag, og vann ein knúsandi sigur í útidystinum móti Klaksvíkar Talvfelag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir á ávikavist Ólavi Simonsen, Finnbjørn Vang, Terja Petersen og Rana Baldursson. Tað man vera nakað síðani, at klaksvíkingar hava tapt á hvørjum borði í 1. deild.

Les meira »

Talvkalendarin dagførdur

Talvkalendarin er dagførdur. NM fyri børn og ung er flutt eina viku fram. Hetta hevur við sær, at 8. umfar í liðkappingini verður flutt frá 16.02.2020 til 23.02.2020. Les meira »

Magnus Carlsen skakaður

Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í morgin leygardagin.

Les meira »

Mangur leikur í longum talvi

Tað munnu fýra av heimsins bestu telvarum sanna, sum í hesum døgum kappast um óalmenna HM-heitið í sonevndari Fischer-randomtelving. Telvað verður í Noregi. Stríðið stendur millum Magnus Carlsen úr Noregi, Wesley So úr USA, Fabiano Caruana úr USA og Ion Nepomniachti úr Russlandi.

Les meira »