Heim / Tíðindi (síða 45)

Tíðindi

GP-Finalan verður telvað á netinum

Fyrsta royndin við at hava talvkapping á netinum gekk sera væl. Heili 76 luttakarar luttóku í kappingini. Tí er avgjørt, at GP-Finalan eisini verður telvað á netinum. Kappingin verður chess.com leygardagin kl. 17:00. Øll eru vælkomin at luttaka.

Les meira »

Føroysk telving í næstum

Heilsumyndugleikarnir mæla frá at savnast óneyðugt og í stórum tali. Tískil hava nevndin og kappingarleiðarin tikið ta avgerð, at allar kappingar – við undantak av Grand Prix – verða útsettar. Eingin veit í verandi løtu, hvussu leingi tilmælini vara, og tískil verður avgjørt seinni, nær kappingarnar verða telvaðar. Kunnað verður skjótast gjørligt. Les meira »

HT-Open verður telvað á netinum

Tá ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp. Síðstu tíðina hevur ikki verið møguligt at fyriskipa tiltøk, sum samla nógv fólk. Tí hevur heldur eingin almenn talvkapping verið. Men tað gingu ikki nógvir dagar, áðrenn talvkappingar blivu fyriskiparar á netinum. Nú verður so ein roynd gjørd at fyriskipa eina “ordiliga” talvkapping á netinum.

Les meira »

Eingin telving komandi 2 vikurnar

Eftir at heilsumyndugleikarnir eru komnir við tilráðingunum um, at vit skulu taka coronavirusið í álvara og avlýsa óneyðug almenn tiltøk, hevur Talvsamband Føroya avgjørt, at eingin telving verður næstu tíðina. 

Les meira »

Barnakapping á Eiði 29. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 
Les meira »

HT-Open 2020

Komandi vikuskiftið 13.-15. mars verður HT-Open telvað í Gulaskúla í Havn. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Les meira »

Vágamenn á FM-kós

Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg í dag. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0. 
 
Havnarmenn fingu sum væntandi var munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½. 
 
Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar.
Les meira »