Heim / Tíðindi (síða 31)

Tíðindi

NM – endaligu úrslitini

Sunnukvøldið endaði talvkappingin NM fyri skúlaungdóm 2021, ið hevur verið telvað á Hotel Føroyum um vikuskiftið.

Undan dagsins umførum vóru møguleikir fyri nøkrum heiðursmerkjaplássum, men eftir sum úrslitini lagaðu seg, vísti tað seg at Luitjen Akelsson Apol var einasti føroyingurin, ið vann heiðursmerki. Les meira »

NM – Jón gjørdi bart

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár. Honum eydnaðist at vinna bæði talvini, og er nú á øðrum plássi plássi í bólki B – bólkinum fyri teir næstelstu (17-18 ár).
 
Ungi vágamaðurin, ið sjálvur hevur styrkitalið 1722, vann fyrst á sterka dananum Casper Liu, sum við styrkitalinum 2177 er tann sterkasti í bólkinum. Og í tí seinna umfarinum í gjár vann Jón aftur – hesaferð á Victor Muntean úr Svøríki (1900).

Les meira »

NM – Luitjen og Elias góða byrjan

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið.
 
Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum.

Les meira »