Heim / Tíðindi (síða 22)

Tíðindi

Helgi fekk remis

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.
 
Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Les meira »

Kroatia – dygg mótstøða

Føroyska liðið móti Kroatia í dag: F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.
 
Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India.
 
Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600.
 
John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.
 
Kroatia er stórfavorittur í dystinum, og á øllum fýra borðunum. Ansurin fyri talvi hevur djúpar røtur í Kroatia. Landið er sum kunnugt sprottið úr jugoslaviska samveldinum, sum gekk til grundar fyri umleið tretivu árum síðani. Kroatia skipaði seg sum sjálvstøðugt land í 1991. Hóast tað ikki búgva fleiri enn fýra milliónir fólk í landinum, hevur Kroatia stórfingin úrslit í fleiri ítróttargreinum, eisini í stóru kappingargreinunum fótbólti og hondbólti. Talv var høgt í metum í gamla Jugoslavia, og telvarar haðani stóðu seg væl í fremstu røð.
 
Sterkasti telvari í Kroatia nú í eini tíggju ár hevur verið nú 31 ára gamli Ivan Saric. Hann var bæði heimsmeistari og evropameistari fyri telvarar yngri enn 18 ár, og í 2018 vann hann evropameistaraheitið fyri einstaklingar. Mong minnast, at hann á talvolympiaduni í Tromsø í 2014 vann á nýklakta heimsmeistaranum Magnus Carlsen í talvinum á 1. borði í dystinum millum Kroatia og Norra, sum kroatar vunnu heili 3½-½.
 
Helgi Dam Ziska hevur telvað tvær ferðir móti javnaldranum Ivan Saric. Í EM-kappingini fyri einstaklingar í Turkalandi í 2006 endaði tað javnt teirra millum, men í EM-dystinum í Reykjavík í 2015 millum Føroyar og Kroatia vann Saric sínamillum talvið á 1. borði.
 
Veteranurin á kroatiska liðnum er 56 ára gamli Zdenko Kozul. Hann er føddur í býnum Bihac í núverandi Bosnia. Kozul var jugoslaviskur meistari í 1989 og aftur í 1990, og vann bronsu við Jugoslavia á talv-OL á heimavølli í Novi Sad á heysti 1990. Eftir borgarakríggið á Balkan telvaði hann í 1992 við Bosnia á talv-OL, men av tí at hann er runnin av kroatiskari rót, valdi hann at skifta tjóðskap frá Bosnia, har hann er føddur, til Kroatia, haðan foreldur hansara eru ættað, og hagar hann flutti at búgva í 1993.  Kozul vann EM fyri einstaklingar í 2006 – í somu kapping, sum Helgi og Ivan Saric telvaðu remis sínamillum sum 16 ára gamlir.
 
Fylgjast kann við leik fyri leik í dystinum- og øllum hinum dystunum við – á netinum. Eitt leinki er heimasíðan chess.24.com.
 
Á middegi, tá dysturin var hálvanannan tíma gamal, søgdu teldurnar, at Helgi hevur lítlan fyrimun á 1. borði, at John hevur javna støðu, og at Høgni og Luitjen standa eitt vet verri.
 
 
India á odda
Eftir fyrstu trý umførini hava India og Frakland lagt seg á odda. A-liðið hjá India er styrkismett nummar tvey í kappingini. Frakland hevur fingið góða byrjan, tó at fremstu tveir telvararnir hjá Fraklandi, Alireza Firouzia og Maxime Vachier-Lagrave, ikki eru við.
 
Stórfavorittarnir úr USA hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar, men ikki so sannførandi, sum væntandi var. Mótstøðuliðið í dag er Usbekistan, sum Føroyar fingu seg trýstroyndar ímóti leygardagin.
 
Hjá norðurlondum hevur gongdin verið misjøvn. Norra er styrkismett í topp-5, men tapti í gjár heldur óvæntað 3-1 fyri Italia. Magnus Carlsen mátti sættast við remis á 1. borði. Danmark var fyrradagin fyri púra óvæntaðum tapi móti Zambia, sum er styrkismett munandi lægri enn Danmark, og í gjár noyddist Svøríki at lúta heili 4-0 fyri Hollandi. Og Ísland fekk ikki fótin fyri seg móti C-liðnum hjá India.
 
Hesi úrslit eru nøkur av fleiri dømum um tað veldigu globalisering, sum fer fram í talvi. Internetið hevur verið ein kollvelting. Nú kann hvør sita og telva á netinum. Vit síggja eisini, at telvarar úr londum, sum ikki hava sterka talvsiðvenju, brádliga gera ein vørr. Styrkitølini kunnu tí eisini vera misvísandi. Dysturin hjá Danmark móti afrikanska liðnum Zambia man vera dømi um hetta. At kalla øll heimsins lond senda nú landslið á talvolympiaduna – bæði kvinnur og menn.
 
Í almennu røðini (manskappingini) eru 188 lið. Í kvinnukappingini eru liðini 162.
 
 
Javnstøða haltar
 
Í Føroyum haltar við javnstøðu í talvi.  Bara menn telva í Føroyum. Vit hava ongantíð verið í nánd av at manna eitt kvinnulandslið í talvi, tíansheldur nakað FM fyri kvinnur. Ikki tí, tvær gentur hava vunnið almenna FM-heitið fyri unglingar í talvi, Herborg Hansen, KTF (2008) og Sára Traber Olsen, HT (2010), men hvørgin telvar longur – Herborg tekur tó okkurt hendinga talv framvegis. Í Kollafirði hava gentur eisini telvað, fyri fáum árum síðani sást onkur teirra í liðkappingini.
 
Sum eitt stuttligt kuriosum kann vera nevnt, at á 1. borði hjá Danmark í kappingini fyri kvinnur á talv-OL í India situr Ellen Fredericia Nilssen, sum er hálv føroysk – dóttir altjóða meistaran John Arna Nilssen, sum ofta hevur telvað á føroyska landsliðnum, og sum av røttum átti at verið við í India. Onnur genta, sum eisini hevur telvað á danska kvinnulandsliðnum í talv-OL er Miriam Fríða Olsen. Hon er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur føroysk foreldur, sum fluttu til Danmarkar at búgva. Miriam telvaði við føroyska hópinum til NM-skúlakappingarnar í nøkur ár, men seinni umboðaði hon Danmark. Longu í 2004 var hon á danska OL-landsliðnum.
 
Høvdu umstøðurnar lagað seg øðrvísi, kundu vit saktans havt eitt sterkt kvinnulandsliðið í talvi eisini. Men fyritreytin má vera, at gentur fara at telva í Føroyum.

Føroyar vunnu

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag. 
 
Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga.
 
16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt, og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv.

Les meira »

Usbekistan ov stórur biti

Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár. 

Les meira »

Góð byrjan í India

Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan á stóru talvolympiaduni í indiska stórbýnum Chennai í gjár. Vit vunnu 4-0 á San Marino.
 
Sigurin var væntandi, tí Føroyar eru styrkismettar munandi hægri enn San Marino, men sjáldan eydnast í einum OL-dysti at vinna á øllum fýra borðunum. Helgi og Rógvi vunnu leikandi lætt við hvíta fólkinum, meðan Høgni og John, sum høvdu svarta fólkið, høvdu størri stríð enn hinir av sínum mótstøðumonnum. 

Les meira »

Talvolympiadan byrjað

Føroyska talvlandsliðið í Chennai. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Helgi Dam Ziska.
 
Nú klokkan 10:30 í morgun ólavsøkudag vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India. 
 
Føroyar telva í fyrsta umfari móti San Marino. Væntandi vinna Føroyar henda dystin ruddiliga. Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.
 
Telvað verður sum vant á fýra borðum. Leiktíðin er 90 minuttir til 40 leikir, síðani tretivu minuttir aftrat umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin. Okkara lið í dag er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Rógvi Egilstoft 4. John Rødgaard.
 
Ellivu umfør eru í alt. Kappingin endar 9. august.
 
 
o. 60
 
  Faroe Islands (FAI )
Rtg 154
 
  San Marino (SMR )
Rtg 0 : 0
60.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2549 FM
 
Volpinari, Danilo
1955  
60.2 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2414  
 
Piva, Michele
0  
60.3 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2284  
 
Herrera, Adrian
1563  
60.4 IM
 
Rodgaard, John
2324  
 
Berardi, Giancarlo
1757


Útsýni yvir ein av leiksalunum í Chennai.

Til OL í India

Føroyska talvlandsliðið í Kastrup seinnapartin. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Katrin D. Apol, umboð fyri Talvsamband Føroya.
 
Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras. Kappingin byrjar ólavsøkumorgun, og endar 9. august.
 
Talvolympiadan – stórfingnasta talvstevnan av øllum – er annaðhvørt ár, men nú eru fýra ár liðin síðani seinastu olympisku talvleikirnar. Hendan 44. olympiadan skuldi av røttum vera í Moskva í 2020, men koronafarsóttin forkom tí, sum so mongum øðrum. 
 
Og tá ið Russland fyrr í ár gjørdi innrás í Ukraina, var tað um reppið, at eingin talvolympiada fór at verða í 2022 heldur. Altjóða talvsambandið FIDE strikaði olympiaduna í Moskva og bannlýsti Russland úr øllum talvkappingum. Men við stuttum skotbrá beyð India sær til at hýsa risastóru stevnuni.
 
 
Føroyar nummar 60 av 188 
 
Talv er í støðugum vøkstri. Internetið tykist hava slóðað fyri einari globalisering av hesum aldargamla spæli. Ikki færri enn 188 lið – úr 186 londum – eru umboðað í sonevnda almenna bólkinum. Flest øll heimsins lond eru nú umboðað á talvolympiaduni. 
 
Styrkismetingin avdúkar eina stolta siðvenju fyri talvi í Føroyum. Tí av hesum 188 landsliðunum eru Føroyar – sum teljast millum smæstu limalondini í FIDE – styrkismettar sum nummar 60 í allari røðini.
 
Ein onnur orsøk til høgu styrkismetingina er, at Føroyar hava sent eitt sterkt landslið til Indiu. Manningin er henda:
 
1. GM Helgi Dam Ziska 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2414
3. Rógvi Egilstoft 2284
4. IM John Rødgaard 2324
5. Luitjen Akselsson Apol 2289
 
Helgi og Høgni eru okkara sterkastu telvarar – eingin ivi um tað. Stórmeistarin Helgi er klárt nummar eitt og føroyameistarin Høgni klárt nummar tvey. Rógvi hevur verið tann triðifremsti í nøkur ár, men úrslitini hava verið heldur umleypandi í seinastuni. Ratingtalið er lækkað nakað, men líkt er til, at hann er farin at raðfesta telvingina í størri álvara enn undanfarnu árini. 
 
John Rødgaard er the grand old man í føroyskari telving – nú 66 ár – men framvegis líka íðin og nærlagdur, sum tá hann leiddi føroyska telving inn í nýggjar tíðir á talvolympiaduni í Grikkalandi í 1984. Og 16 ára gamli Luitjen er okkara stóra talent, sum nú á fyrsta sinni sleppur at royna seg á tí heilt stóra pallinum.
 
 
Drúgv ferð
 
India man vera mest fjarskotna landið, sum føroyska talvlandsliðið hevur ferðast til. Buenos Aires í 1978  er hitt einasta, sum kann samanberast.
 
Føroysku telvararnir fóru úr Føroyum tíðliga í morgun. Tíbetur var kravda koronakanningin í gjár negativ hjá øllum í ferðalagnum. Seinnapartin varð farið undir longu flogferðina eystur ígjøgnum. Ferðast verður fyrst úr Keypmannahavn til Dubai. Hagar koma teir um midnáttarleitið. Í nátt verður so gist í Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Haðani verður so aftur flogið í morgin seinnapartin beinleiðis til Chennai í India. Føroyingarnir verða frammi einaferð í annaðkvøld.
 
Chennia er 4½ tíma frammanfyri okkara klokkutíð. Tá telvað verður klokkan 15.00 á degi, merkir tað, at klokkan er 10.30 í Føroyum. Fyrsta umfar er ólavsøkudag, 29. juli. Tað verður so meðan prestar og tingmenn gera seg til at fara í skrúðgongu oman í Dómkirkjuna ólavsøkumorgun, at føroysku telvararnir flyta fyrstu leikirnar í India. Og á netinum fer at bera til at fylgja okkara monnum leik fyri leik á hvørjum borði allar dagarnar.
 
Veðurforsøgnin fyri komandi tvær vikurnar í Chennia bendir á, at hitin fer at liggja millum 26-35 hitastig, og tað kann fara at kennast uppaftur heitari enn so. Tí er at vóna, at luftskipanin verður góð, bæði á gistingarhúsi og leikstaði.
 
 
Ólavsøkutelving
 
Og meðan talvlandsliðið fer at spenna seg út á fjarleiðum um ólavsøkuna, fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur í ár at bresta saman í tiltikna ólavsøkudystinum millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. 
 
Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen ólavsøkuaftan 28. juli klokkan 18.00. Telvað verður á tíggju borðum. Í fjør var dysturin bæði javnur og spennandi, men havnarmenn vunnu 5½-4½.

Frásøgn frá Kronborg Chess Open (Luitjen A. Apol)

Eg luttók í kappingini Kronborg Chess Open frá 26. – 29. mai 2022. Kappingin var býtt í bólkar, við 8 telvarum í hvørjum, har allir telva einaferð móti hvørjum øðrum. Eg var í sterkasta bólkinum, og var fjór hægst styrkismettur. Eg kom væl frá byrjan, og lá einsamallur á odda áðrenn síðsta umfar, við 4,5/5 stigum. Eg snávaði tó síðsta dagin, við at tapa eitt vunnið talv á sterkasta telvara í kappingini, og einum javnleiki í seinna talvinum. So eg endaði á einum deildum øðrum plássi við 5/7 stigum, sum kortini er eitt gott úrslit.

Les meira »

Sterkt føroyskt lið á talv-OL

Talvolympiada verður í summar. Russland skuldi av røttum hýsa stóru stevnuni í 2020, men korona spilti spælið. Kappingin varð tí útsett til 2022. Men nú verður hon ikki í Moskva, sum ætlað. Øll vita hví. Í staðin hevur India við stuttum skotbrá boðið sær at skipa fyri hesum ovurhonds stóra tiltaki. 

Les meira »

Eyka aðalfundur

Við hesum verður lýst til eyka aðalfund tann 14/5-2022 í Hotel Runavík.

Á skránni er val av nevndarlimum og val av tiltakslimum. Les meira »