Heim / Tíðindi (síða 2)

Tíðindi

Umdystur í FM í talvi

FM í talvi hevur verið telvað seinasta vikuna. Eftir 7. og  seinasta umfar endaðu Luitjen A. Apol, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen javnir við 5,5 stigum hvør, og tí skal umdystur til, fyri at finna føroyameistaran 2024.

Umdystur verður telvaður í skúlanum á Giljanesi klokkan 14. leygardagin 30. marts. Umdysturin verður skipaður soleiðis, at allir telva móti hvørjum øðrum bæði við hvítum og svørtum. T.v.s. 6 talv tilsamans. Telvað verður við tíðini 15 minuttir + 10 sekund fyri hvønn leik.
Um framvegis stendur á jøvnum, verður telvað við tíðini 3 minuttir + 2 sekund.

Fylgjast kann við beinleiðis her: https://live.faroechess.com

Stóri FM-talvkongurin

Palli Henriksen (1902-1980). Hevur metið við níggju FM-sigrum í einstaklingstelving.
 
Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.
 
Fyrstu FM-kappingarnar vóru longu fyri seinna heimsbardaga. Tá var bara eitt veruligt talvfelag í landinum og einki Talvsamband. FM-kappingarnar frá 1938 til 1956 vórðu tí í høvuðsheitum ein kapping millum havnarmenn um hvør av teimum var bestur. 
 
 Avbygdamonnum stóð kortini frítt at vera við, tí her var talan um almenna FM-kapping. Og nakrir bitu á. 
 
Í 1948 var vágbingurin Thorstein Vilhelm við, í 1953 miðvingurin Hans Arni Ellefsen, og í 1956 tvørámaðurin Mervyn Dimon. Allir tríggir vóru góðir telvarar, men teir høvdu rímiligt ikki somu royndirnar sum hinir.
 
Hví hesar FM-kappingarnar hildu uppat í 1956, er eitt sindur óvist. Hetta var annars tíðin, tá ið talvfeløg verða stovnað víða hvar um landið. Um somu tíð harðnar kappingin um Woodborðið, sum feløgini høvdu sum eitt slag av landskapping sínamillum í 50-unum og 60-unum. Men FM-einstaklingakappingin sovnar, og kemur ikki afturíaftur fyrr enn Talvsamband Føroya verður stovnað í 1970. Byrjað var sum nevnt í 1972, og síðani hevur ikki verið helmað í.
 
 
Palli skaraði framúr
 
Ein telvari skarar framúr millum allar FM-kongarnar hesi árini. Og tað er Palli Henriksen. 
 
Hann var frá fyrsta stovningardegi Havnar Telvingarfelags í 1923 hin besti telvarin í felagnum. Í 40-árunum fekk hann veruligar javnlíkar at kappast ímóti, fyrst og fremst Olav Andreasen og Tórarinn Evensen, men tey árini, ið hann var mest virkin, var hann hin veruligi talvkongurin í Havn og í øllum Føroyum við. Í 50-unum tóktist tað, sum at Tórarinn Evensen, sum var hin yngsti av teimum trimum FM-vinnarunum tey árini, yvirhálaði gamla meistaran.
 
Palli Henriksen var eisini politikari og býráðsformaður í Havn í 40- og 50-árunum, hetta var um somu tíð, sum hann var føroyameistari. Hann sat sum borgarstjóri í tveimum skeiðum, fyrst frá 1944 til 1948, og síðani aftur frá 1952 til 1957. 
 
Palli Henriksen búði úti á Reyni. Sonurin, Jákup Henriksen, var eisini av bestu telvarum í Føroyum, men vann ongantíð FM-heitið.
 
Palli Henriksen vann FM-heitið í alt níggju ferðir. Enn ganga nøkur ár til nakar fær hann aftur. Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið FM-heitið seks ferðir, og Høgni Egilstoft Nielsen kann í dag vinna sítt fimta FM-heiti, tá seinasta umfar í ársins FM-kapping verður vesturi á Giljanesi.
 
Kanska verður tað annar av teimum, sum einaferð tekur metið hjá gamla talvkonginum. Palli doyði í 1980, 78 ára gamal.
 
 
 
FM-vinnarar í talvi (1938-2023)
 
 
1938 Palli Henriksen, HT
1939 Palli Henriksen, HT
1940 Olav Andreasen, HT
1941 Olav Andreasen, HT
1943 Olav Andreasen, HT
1945 Palli Henriksen, HT
1946 Palli Henriksen, HT
1947 Tórarinn Evensen, HT
1948 Palli Henriksen, HT
1949 Palli Henriksen, HT
1950 Palli Henriksen, HT
1951 Palli Henriksen, HT
1952 Palli Henriksen, HT
1953 Tórarinn Evensen, HT
1955 Tórarinn Evensen, HT
1956 Tórarinn Evensen, HT
 
1972 Hans Petersen, VT
1973 Súni Ziska, HT
1974 Luitjen Apol, HT
1975 Luitjen Apol, HT
1976 Luitjen Apol, HT
1977 Hanus Joensen, KT
1978 John Jacobsen, VT
1979 Jens Chr. Hansen, TT
1980 Súni Ziska, HT
1981 Jens Chr. Hansen, TT
1982 Jens Chr. Hansen, TT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Torkil Nielsen, ST
1985 Jens Chr. Hansen, TT
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Bogi Ziska, STF
1988 Torkil Nielsen, ST
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Olsen, KTF
1994 Torbjørn Thomsen, KT
1995 Eyðun Nolsøe, KTF
1996 Rógvi W. Rasmussen, HT
1997 Rani Nolsøe, KTF
1998 John Rødgaard, VT
1999 Heini Olsen, KTF
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
 
 
FM-toppurin
 
Teir, sum hava verið føroyameistarar tríggjar ferðir ella oftari, eru hesir:
 
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 6
 
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Høgni á FM-kós

 
 
Høgni Egilstoft vann FM-toppdystin í talvi á stórabeiggja í dag.
Mynd: Jóanis Albert Nielsen
 
 
Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi
 
Høgni er nú eitt stig leysur av næstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í síðsta umfari í morgin.
 
Tað var kovboytelving við lít, tá ið brøðurnir brustu saman í røttum FM-víggi seinnapartin. Stílurin er harður og kontantur, tað er meira sterkt heimabryggj enn gott, teoretiskt latín, eftir stuttari løtu stendur alt í einum eldi, báðir hugsa og rokna sum óðir, og eru í dýrandi tíðarneyð, longu tá fimtan leikir eru fluttir. 
 
Tað sum eftir er, endar í øgiligum skotbardøgum í húsatoftunum. Vónleyst at finna røttu leikirnar við ongum skotbrái, men spenningurin og undirhaldið er í topp, tí henda moralska FM-finalan í standardtalvi verður avgjørd í snartelving, so tað stendur eftir. 
 
Endin var, at Høgni vann við svarta fólkinum. Hann hevur nú gyltan møguleika at vinna sítt fimta FM-heiti í talvi í morgin.
 
Í síðsta umfari telva Høgni og Luitjen sínamillum. Luitjen er nú javnur við Rógva á øðrum plássi. Luitjen kann tí tryggja sær ein FM-umdyst móti Høgna, vinnur hann í morgin. Teir hava fyrr dystast um FM-heitið í umdysti.
 
Rógvi hevur í síðsta umfari Terja Petersen. Tað kann tí hugsast, at tríggir enda javnir í oddanum. Men Høgni kann avgera alt sjálvur.
 
 
Landsliðsbólkurin, 6. umfar (skírisdag)
Rógvi – Høgni 0 – 1
Luitjen – Ingi 1 – 0
Hans Kristian – Einar 1 – 0
Torkil – Terji 1 – 0
 
Støðan í Landsliðsbólkinum
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5½ stig
Rógvi Egilstoft, ST 4½
Luitjen Akselsson Apol, HT 4½
Ingi Wiberg, ST 3
Torkil Nielsen, ST 2½
Terji Petersen, KTF 2  
Hans Kristian Simonsen, KT 1½
Einar Gregersen, KTF ½
 
7. umfar (Langi fríggjadagur)
Høgni – Luitjen
Terji – Rógvi
Ingi – Hans Kristian
Einar – Torkil
 
 
Hinir bólkarnir
 
Í almenna bólkinum stendur nú á jøvnum millum tveir telvarar. Elias Petersen koppaði í dag Róki Davidsen, sum hevði fult stigatal eftir fimm umfør. Vert er eisini at gáa eftir, at telvari úr nýggja felagnum í Suðuroy er nummar trý fyri síðsta umfar.
 
Støðan í almenna bólkinum
Rókur Davidsen, KTF 5 stig
Elias Petersen, HT 5
Fríði Olsen, Suðuroy 4½
Í alt 17 telvarar
 
 
Lisa á odda
 
Í unglingabólkinum er 9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag einsamøll á odda. Hon er einasta genta í unglingabólkinum, og vinnur hon FM-heitið í morgin, er hon helst yngsti FM-vinnarin nakrantíð.
 
Støðan í unglingabólkinum
Lisa J. Xin, HT 5
Hanus á Lógv, KTF 4½
Herbert Holm Johannesen, 4
Í alt 16 telvarar
 
Í veteranbólkinum eru teir komnir hálvan veg eftir fyrra kappingardagin skírisdag. Henrik W. Joensen úr Kongshavnar Talvfelag hevur lagt seg á odda við fullum stigatali – 4 stigum. Seinnu fýra umførini verða tikin í morgin.
 
FM-kappingin í talvi endar í morgin 29. mars. Byrjað verður klokkan 14:00.

Avgerandi FM-talv í dag

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen møtast í toppdysti um FM-heitið í talvi í dag. Kappingin endar í morgin Langa fríggjadag.
 
Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar.
 
Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.
 
Høgni mátti sættast við remis móti pápanum, Torkili, sum fór í eitt rúkandi kongsálop, ið kortini endaði sum eitt friðarligt remis. Rógvi mátti í sínum lagi sættast við remis móti Inga Wiberg, sum hevur staðið seg væl í kappingini.
 
Innanhýsis toppdysturin í dag er rímiligt heilt avgerandi. Rógvi hevur hvíta fólkið. Brøðurnir plaga ikki at spara hvønn annan. Í fjør høvdu teir eitt sera spennandi talv í FM-kappingini. Rógvi hevði tá sigurin í hendi, men Høgni bjargaði sær kringur javnleikinum.
 
 
Støðan í Landsliðsbólkinum:
Rógvi Egilstoft, ST 4½ stig
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4½
Luitjen Akselsson Apol, HT 3½
Ingi Wiberg, ST 3
Terji Petersen, KTF 2½
Torkil Nielsen, ST 1½
Hans Kristian Simonsen, KT ½
Einar Gregersen, KTF ½
 
6. umfar (skírisdag)
Rógvi – Høgni
Luitjen – Ingi
Torkil – Terji
Hans Kristian – Einar
 
7. umfar (Langi fríggjadagur)
Høgni – Luitjen
Terji – Rógvi
Ingi – Hans Kristian
Einar – Torkil
 
 
Hinir bólkarnir
 
Í almenna bólkinum hevur tann ungi Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag verið flúgvandi. Hann er á odda við fullum stigatali.
 
Í unglinga bólkinum eru systkini Andrew og Lisa Xin úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4 stigum.
 
Kappingin í veteranbólkinum byrjar ikki fyrr enn í dag.
 
Almennur bólkur
Rókur Davidsen, KTF 5
Elias Petersen, HT 4
Fríði Olsen, Suðuroy 3½
Brestir Samuelsen, HT 3½
Í alt 17 telvarar
 
Unglingabólkur
Andrew Xin, HT 4
Lisa Xin, HT 4
Hanus á Lógv, KTF 3½
Jamil Oskar Jacobsen, ST 3½
Í alt 16 telvarar
 
Sandavágs Talvfelag skipar fyri árligu FM-kappingini í talvi í ár. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.
 
Telvað verður í dag skírisdag og í morgin Langa fríggjadag aftrat. Byrjað verður klokkan 14.00 báðar dagarnar.
 
Til ber at fylgja við leik fyri leik – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Innbjóðing til Barnatalvlegu í Klaksvík

 

 

Talvsamband Føroya, saman við eldhugaðum foreldrum, skipar í døgunum 6. til 7. apríl fyri venjingartalvlegu fyri børn og ung í Skótahúsunum í Klaksvík. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur; matur, spæl og yvirnátting. Vant verður í 2 styrkisbólkum. Venjarar á hesi legu eru Rani Nolsøe og GM Helgi Dam Ziska. Les meira »

Brøður í FM-stríði

Rógvi Egilstoft (vm) og Høgni Egilstoft Nielsen (hm) úr Sandavágs Talvfelag eru stórfavorittar at vinna FM-heitið í talvi fyri einstaklingar á páskum. Kappingin byrjaði í dag.
 
 
Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði í dag klokkan 14 á Giljanesi. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár.  Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum.
 
Í alt 45 telvarar eru við. Í fjør vóru 67 telvarar í stóru 100 ára jubileums FM-kappingini hjá Havnar Telvingarfelag.
 
Átta kappast í FM-bólkinum. Í almenna bólkinum eru 17 telvarar, í unglingabólkinum 16 og í veteranbólkinum eru fýra telvarar.
 
Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft eru favorittar at vinna FM í ár.
 
 
Landsliðsbólkurin 2024
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2379
Rógvi Egilstoft, ST 2279
Luitjen Akselsson Apol, HT 2239
Hans Kristian Simonsen, KT 2177
Torkil Nielsen, ST 2057
Terji Petersen, KTF 2040
Einar Gregersen, KTF 1897
Ingi Wiberg, ST 1883
 
 
Hvar eru havnarmenn?
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska verjir ikki FM-heitið, sum hann ognaði sær í fjør. 
 
Helgi er ikki longur fastur fúsur í FM-einstaklingakappingunum. Men tær ferðirnar, at hann er við, hevur hann vunnið. Undantakið var í 2009. Tá vann Martin Poulsen.
 
Martin Poulsen er heldur ikki við í ár. Ei heldur Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg. Havnarmenn vunnu fyri stuttum liðkappingina í stórum stíli, men eru illa umboðaðir í einstaklingakappingini. Luitjen Akselsson Apol er hin einasti úr Havnar Telvingarfelag í Landsliðsbólkinum í ár. 
 
 
Tríggir vinnarar
 
Seinastu tíggju árini hava somu tríggir telvarar vunnið FM eftir tørni. Helgi, Høgni og Rógvi. Einasta ferðin hesi tíggju árini, at allir tríggir hava verið við, var í fjør.  Helgi hevur bara luttikið fýra ferðir hesi tíggju árini.
 
Helgi Dam Ziska hevur vunnið FM-heitið seks ferðir, Høgni Egilstoft Nielsen fýra ferðir og Rógvi Egilstoft tríggjar ferðir.
 
 
Føroyameistarar 2014-2023
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
 
 
Misjøvn luttøka
 
Luttøkan til árligu FM-einstaklingakappingina í talvi tykist yvirhøvur at hava verið heldur fallandi. 
 
Roynt hevur verið at stytta kappingina niður í sjey umfør fyri at vita, um tað kann lokka fleiri telvarar við. Í 80-unum kom viðhvørt fyri, at telvað vóru ellivu umfør í meistarabólkinum.
 
Størsta FM-luttøkan var í 2003. Tá hátíðarhelt Havnar Telvingarfelag sítt 80 ára jubileum í samkomuhøllini úti á Læraraskúlanum. Góðir útlendskir telvarar styrktu meistarabólkin. Besti føroyingurin bleiv so føroyameistari. Ein ungur Martin Poulsen vann tá sítt fyrsta FM-heitið.
 
Topp 5 (FM-luttøka)
2003  (í Havn) 95 luttakarar
2004  (á Toftum) 79
1985  (í Vestmanna) 76
1981  (í Hvalvík) 74
2001  (í Vestmnanna) 72
1982  (á Toftum) 72
 
Telvað verður hvønn dag til langa fríggjadag 29. mars. Tá er sjeynda og síðsta umfar. Byrjað verður klokkan 14, yrkadagar tó klokkan 17.
 
Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

 

 

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2024 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 01. apríl 2024. Les meira »

Gøtu Talvfelag í framlopi

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini – einasta FM-heitið higartil var í 1978.

Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.

Les meira »

Innbjóðing til GP finaluna 2024

Leygardagin 16. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »