FM 2013

FM uppdateringar – 9. umfar

Pole position skifti fleiri ferðir gjøgnum alla kappingina ímillum Olaf og Eyðun, við Martini beint í hølunum. Umframt hesar tíggjar musketerarnar komu Ólavur og Høgni – sum báðir fingu eina skelkandi byrjan – aftur í stórum stíli, og tóku triðja og fjórða pláss.

Oddvitin gjøgnum tað mesta av kappingini, Eyðun, endaði á fimta plássi, tá hann – trýstur inn í eina all-in situatión – framdi eina kamikazeroynd at koppa Olafi, hóast hann fleiri ferðir kundi tikið við javnleikinum, sum Eyðun altso ikki kundi brúka til nakað. T.v.s. at Eyðun sat reelt og spældi um fyrsta ella fimta pláss! So tøtt var kappingin til allarseinasta umfar. Men ein javnleikur teirra millum hevði hóast alt givið Martin kjansin í einum umdysti moti Olafi, men, men..

Yvirhøvur var seinasta umfar ein rótut affera reint talvliga. 

Hans Kristian bukkaði stórt móti Martin. Finnbjørn átti ikki at tapt móti Ólavi. Høgni kundi lættliga hindrað álopinum frá Carl Eli, og Herluf átti avgjørt ikki at tapt móti Hanusi. Men soleiðis fella ‘seinastu-umfør’ mangan:) 

Nýggi føroyameistarin Olaf, var púra kompromisleysur. Hann vann sjey talv, tapti tvey og spældi einki remis. 

Á øðrum plássi vann Martin fimm talv, tapti eitt og leikti tríggjar javnleikir.

Á triðja plássi vann Ólavur eisini fimm talv, men tapti tvey og eitt javnt. 

Eingin telvari slapp ósigraður í gjøgnum kappingina, og er tað eitt týðuligt tekin um stóra stríðsviljan í FM 2013.

Ikki kann sigast annað enn at hetta setur FM tittulin hjá Olafi í eitt heilt serstakt og heiðurligt perspektiv!

Í fyrsta bólki útiklaði all-in talvið millum oddafiskin Rana Baldurson og Jákup á Rógvi seg til ein sannan gysara. Jákup kom at standa nógv betur, men Rani fuskaði intelligent støðuna til ein javnleik. Tað hendi í eini klassiskari støðu, tá Jákup í eini nógv betur støðu ikki gáai um, at kongurin hjá Rana stóð í patstøðu (kundi ongan lógligan leik flyta). Einasta fólkið, sum Rani tá kundi flyta, var rókin, sum hann síðani kundi seta beinleiðis í deyða leik eftir leik, móti konginum hjá Jákupi. Har var einki at gera. Javnleikurin kom í hús, og Rani umsetti sína stigaríku telving til ein væl uppibornan vinnarasteyp og eitt hart tiltrongt ratinglop – tann rætta vegin.

Í øðrum bólki var superveteranurin Gutti stak effektivur, vendi verri støðum til sigurs, vann onnur talv straight ahead, og rann undan øllum heilt niðan fyrsta plássið og sigurssteypin. Flott klárað av Gutta at vísa yngri telvarunum til tey eftirfylgjandi plássini.

Unglingaføroyameistari er Janus Skaale, sum krusaði trygt ígjøgnum alla kappingina og vann í flottum stíli. 

Hjartaliga tillukku føroyameistararnir Olaf Berg og Janus Skaale, og allir tit, sum komu á sigurðsskammilin. 

Eisini eina tøkk til Finn Larsen og Havnar Telvingarfelag fyri fyriskipan av tiltakinum, og til Jógvan Weiðe, sum sponsoreraði øll steypini.

Sjálvur havi eg sitið norðuri á Trøllanesi og fylgt við kappingini og hugna mær við at kommentera kappingina á feysbukk. Í øllum rokanum eru helst villur komnar fyri, bæði stavivillur, orðingar og kanska onkrir leikir. Men tá eg í øllum rokanum tann 26. mars av misgávum kom at skriva ‘Jákup Thomsen sáli’, so vil hervið senda Jákupi mína hjartans umbering fyri henda býtta og óstortsliga feil.

Sanniliga. 2013 gjørdist ein triumf ferð fyri Olaf Berg, sum kom, sá og sigraði! Hjartaliga tillukku við meistaraheitinum Olaf!

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 8. umfar

Ja, kæri lesari. Tú sást rætt. Høgni Nielsen er komin sterkt aftur við eini røð av sigrum tey seinastu umførini og hevur limað seg inn í kvartettina, sum hevur møguleikan at taka FM tittulin.

Í dagsins umfari vann ratingfavoritturin Olaf á Hans Kristiani. Við einum øðiligum svørtum bispi á b7 og einum hvítum kongi beint í skotlinjuni á h1, endaði HKS næstan í ‘trekktvangi’ og misti frúnna forserað í 53. leiki og harvið alt talvið.

Eyðun reyk við hvítum inn í ein rokaligan spanióla móti Ólavi. Í 9. leiki átti Eyðun helst at tikið á c6 við riddaranum í staðin fyri við bispinum. Og tá hann harfrá gamblaði eitt sindur við støðuni frammanfyri konginum við 10.f3, sum silikonintelligensurin uttan nakað hóvastak heldur púra javnt, útviklaði talvið seg í ein stak menniskjaligan rættning, við Ólavi í álopsleiklutinum. Tá fyrsta álopsbylgjan var av, stóð Ólavur eftir við einum avgerandi fyrimuni, sum Eyðun einki kundi gera ímóti.

Tá Herluf ikki tók kjansin at venda støðuni við 28.dxe5, og í staðin spældi fxe5, eftir at Høgni hevði stungið nøsina dekan ov langt fram við 25…Re3, koyrdi Høgni talvið heim, stílreint og trygt.

Sostatt er alt endað við, at avgerðin fellur í seinasta umfari í morgin, og kann ein slík kapping ikki gerast meiri spennandi.

Støðan áðrenn seinasta umfar er nú:

Olaf 6 stig
Martin, Eyðun og Høgni 5,5 stig

Umframt hesar kann Ólavur Simonsen gera seg galdandi til silvur ell bronsu, meðan restin av feltinum telva um plasering og rating.

Í 1. bólki verður eisini talan um eitt brak av eini finalu, tá Rani Baldurson, sum hevur skorað heili 7,5 av 8 møguligum stigum, møtir Jákupi á Rógvu á øðrum plássi, sum er eitt heilt sig aftanfyri Rana. Tí kann Jákup bara búka ein sigur til nakað sum helst, so tað verður enn eitt all-in talv í fyrsta bólki.

Í 2. bólki liggur veteranurin Gutti Petersen á odda við 6 stigum, tætt forfylgdur av Jógvani Næs við 5,5 stigum, og síðani Jón Mikkelsen, Helga Joensen og Finn W Larsen, sum allir hava 5 stig.

Í seinasta umfari skal Gutti so satt sum tað er sagt í enn eitt all-in talv móti Finn, sum, eins og Jákup í 1. bólki, og Eyðun í landsliðsbólkinum, bara kann brúka ein sigur!

Hjá unglingunum liggja Janus og Eli Finnson klárt á odda. Teir møta ikki hvør øðrum og tí er væl hugsandi, at føroyameistaraskapurin hjá unglingunum verður avgjørdur við umtalvi. Men alt tað vita vit so nógv meiri um í morgin.

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 7. umfar


Og hyggja vit nærri at telvingini, so er tað reguler gladiator telving, vit eru vitni til hesa ársins stilluviku úti á Argjum.

Eftir knallaharða umgangin super thursday í gjár, hava vit beinleiðis í Maximus klassanum oddvitan í kappingini Eyðun Nolsøe, tvey’aran Martin Poulsen og stjørnuskotið Høgna Nielsen, sum ongum eirdi og settu 100% inn á kontuna.

Tað tryggjaði Eyðuni ein umgang afturat á tí eftirtráaða, men kalda toppinum, Martin á tí fjálga, bíðandi øðrumplássinum saman við Olafi, og sum ketta úr høvdatrogi, Høgna beint í hølunum á fjórða plássi.

Í hinum endanum eru Finnbjørn, Hanus og Carl Eli ikki nøgdir við teirra 0-skorðu super thursday, og hava teir, saman við Herlufi, mist kjansin at vinna FM heitið – í ár.

Reelt stendur kampurin um FM tittulin nú í millum Eyðun, Martin og Olaf, við Høgna sum einum superskørpum outsidara.

Í seinna umfarinum í gjár legði Eyðun grundina til sína framhaldandi pole-position við einum nettum sigri yvir Finnbjørn, sum við 31…Bxc2 yvirsá, at tað kostaði eina finnu. Eftir tað býtti Eyðun tað mesta av trænum upp, og konverteraði materiellu yvirvágina til sín triðja straight-out sigur í kappingini higartil, og fimta tilsamans.

Olaf, hinvegin, reistist í sínum øðiliga veldi eftir óvæntaða tapið í fyrra umfarinum í gjár. Hann leikti sítt effektiva og taktiska spæl í sínum knúsandi sigri móti Carl Eli, sum als ikki rakti dagin. Longu í 10. leiki hevði Olaf taktiskar kjansir við 10.Rid5! Men tað var helst, tann at síggja til, heilt náttúrligi 11…Be7 leikurin hjá Carl Eli, sum útloysti sunami-álopið hjá Olafi beint í krovið á svarta konginum. Eftir 28. leikir mátti Carl Eli bara konstantera, at keisarin má fáa tað, sum keisarans er.

Eftir flotta sigurin móti Olafi fyrr uppá dagin, var útselt hjá Herlufi móti Martin, har hann í roynd og veru ongantíð kom fyri seg. Við leikum sum 16…Rig8, sum búraði riddaran inni restina av talvinum, og 30…Fxg6, har tað var upplagt at taka aftur við nettupp riddaranum á g8, gjørdi Herluf tað ikki serliga trupult fyri Martin at koyra á við álopinum frúgvamegin, sum hann gjøgnumførdi meistarliga.

Teir mest svingandi telvararnir í ársins kapping eru Ólavur og Hans Kristian. Báðir hava brillierað og tapt. Seint í gjárkvøldið fekk Hans Kristian kjansin, tá Ólavur flutti ein rættuliga maskeraðan bukk í 35. leiki. Í staðin fyri nærum einhvønn annan leik, flutti Ólavur 35.Rie2.
Hans Kristian sá skarpa aftursvarið og offraði riddaran pronto á f3(!) Við tí kundi hann seta enn eitt stig inn á kontuna takka verið sín skarpa fransmanni við svørtum.

Høgni kom sterkt aftur super thursday við tveimum sannførandi sigrum. Serliga móti Hanus brillieraði hann við sínum eyðsýndu taktisku evnum. Høgni trýstið beinanvegin frá byrjan av, men Hanus helt balansuna. Men við 16…Kh8?! og 17…Bh5?! gav Hanus Høgna lítlafingurin, og stutt eftir varð øll hondin burturi í tí taktiska ragnaroki, sum Høgni meistarliga loysti av. Seinasti leikurin í talvinum var enntá tað dramatiskt klassiska og episka frúgvaoffrið: 30.Fxf6!

Jú, eftir dupultumfarið skírðishósdag standa teir fýra gladiatorar Eyðun, Martin, Olaf og Høgni, meðan restin av luttakarunum í flottum stíli hava gjørt sítt til, at ársins kapping fer í søgubøkurnar sum ein tann harðasta og mest kompromisleysa kapping í allari FM søguni.

Í dag hevur Eyðun hvítt móti Ólavi, Martin svart móti Carl Eli, Olaf svart móti Hans Kristian og Høgni svart móti Herluf.

Óansæð hvussu úrslitini fella í dag, so verður føroymeistaraskapurin púra opin í níggjunda og seinasta umfari í morgin. Tað eru eisini fleiri møguleikar fyri umdysti, sum vit sóu í t.d. 2005, tá Carl Eli gjørdist føroyameistari, ella 1988, tá Torkil vann heitið.

Um øll talv enda við javnleiki í dag, kann Eyðun avgera alt í morgin við einum sigri á Olafi, og líkist tað talvið tí mest sannlíkt eini sannari gysarafinalu.

Men Martin og Høgni spøkja í leiktjøldunum, og teir koma at spæla ein stóran leiklut, áðrenn nakar kann siga sum Maximus fyri 1600 árum síðani: ‘There is no one left to fight, sire’!

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 6. umfar

Olaf sá ikki, at frúgva penetreringin hjá Herlufi førdi luks til mát. 42.Fc8 gjørdist eisini seinasti leikurin í talvinum. Olaf sá skriftina á vegginum og takkaði fyri.

Við hesum óvæntaða úrsliti vaknaði ein nýggjur møguleiki hjá Eyðuni brádliga til lívs. Sára fallið í gjár kundi gerast ein triumf uppreisn í dag, um hann megnaði at fáa spakan undir Hans Kristian. Ikki tí. Útlitini vóru einki serlig. Tap í gjár, svart í dag..

Í einum longum og skiftandi talvi endaði tað heila við, at støðan hjá HKS krakkeleraði og fakta varð, at Eyðun eftir bert eina karga nátt kundi kenna ta fløvandi uppreisnina atomisera sára tapið og 1. plássmissin í gjár.

Olaf og Eyðun hava enn einaferð býtt um pláss. Í morgun var spurningurin, hvussu Olaf fór at umsita 1. plássið, sum hann vann sær í gjár. Í dag hevur Eyðun leiklutin á tí kalda toppinum, sum allir eru úti eftir!

Støðan eftir seks umfør:

Eyðun 4,5 stig
Martin, Olaf og Ólavur 4 stig

Nú bíða vit í spenningini eftir útslitunum frá seinna umfarinum í dag. Meiri um tað í morgin.

 

 

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 5. umfar


Ólavur, sum fall í fyrsta umfari, er ‘back in the race’. Carl Eli, sum tapti tvey á rað, hevur reist seg aftur. Høgni, sum ikki kom væl frá byrjan, er komin sterkt aftur. Olaf, sum brádliga tapti, er eisini ‘back in the race’, sum Sinatra so meistarliga sang!

Jú, annað umfarið á rað gjørdist kampviljin á Argjum náðileysur. Tá friðurin umsíður legði seg yvir stríðshølini í gjárkvøldið, høvdu øll talvini enn einaferð ein vinnara (!), og FM kappingin ein nýggjan oddvita – men framvegis ongan innlýsandi favoritt!

Kamptelvingin setur síni týðuligu spor. Eingin sleppur frá hinum, allir taka stig frá hvør øðrum. Við øðrum orðum – telvingin er kompromisleys! Tað tykist sum um stórbærni FM tittulin í talvi, sum vit hava telvað um síðani 1972, teskar: non pace – ad morten!

Sanniliga. Kappingin er púra opin, hóast heili 5. umfør eru løgd afturum.

Men, men. Nógv kann fella uppá pláss nú, tí í dag er Super-Thursday á Argjum. Tað merkir, at tvey umfør skulu telvast í dag. Tað er nakað, sum setir telvararnar undir hart trýst, og mangar FM kappingar eru eisini avgjørdar slíkar dupultumfars dagar. Eg minnist meir enn einaferð, hvussu væl Heini Olsen, sáli, sum við sínum fleirfeldu tittlum hevur vunnið FM oftast av øllum, dugdi at brúka hesar dagarnar.

Men hvat hendi úti á Argjum í gjár?

Dagsins stórhendig var útskiftingin av fyrsta plássinum. Tað hendi tá Eyðun í tí drúgvasta talvinum tapti móti Carl Eli, meðan Olaf dróg longra stráðið móti Hanusi – og so var býtt um teirra millum.

Eyðun-Carl Eli
Eyðun og Carl Eli telvaðu ein Scheveningen, har Eyðun gradvíst kom at standa verri, tá hann lat initiativið frúgvamegin yvir til systursonin. Har manglaði ein lítil leikur, sum vildi hildið støðuna, nevnliga 13.a3! Tá Carl Eli í 18. leiki fekk 18…b4 í gjøgnum, fekk hann initiativið, sum ongantíð bleiv nóg nógv avbjóðað av Eyðuni, hóast hann hevði møguleikan, t.d. við 34.dxe5! í staðin fyri 34.c5, ella við tí eitt sindur silikonagtiga leikinum 40.Fc4 í staðin fyri 40.Rib4. Men báðir vóru helst í tíðarneyð, og tá kann alt henda:)

Talvið endaði við, at b-finnan hjá Carl Eli gjørdi alt av frá a2 puntinum(!), hagani hon legði lunnarnar undir mátálopið móti tí hvíta hátigninum. Í 60. leiki var alt liðugt, og Eyðun má lata 1. plássið yvir til Olaf. So fáa vit at síggja hvussu Olaf fer at forvalta tað.

Martin-Høgni
Martin hevur allan rætt at ergra seg yvir dramatiska tapið móti Høgna, tí longi í 15. leiki stóð hann fullkomiliga til sigurs. T.d. hevði 15.e5 vunnið on the spot! Men Høgni yvirlivdi og tá Martin spakuliga forsømdi at prika til rókin á h5 fekk Høgni brádliga, hvørki meir ella minni, eina (næstan) Alechin kanón eftir h-linjuni(!), og so var tað over and out hjá Martini.

No fooling at the h-file Martin!

Olaf-Hanus
Olaf og Hanus telvaðu ein sokallaðan ‘closed’ sisilianara. Tíðliga í talvinum fekk Hanus eina isoleraða d-finnu og ein tjúkkan finnu-bisp á c6, sum góvu Olafi eina lætta støðu at telva við maksimalum trýsti á d5!
Í roynd og veru var trýstið tó meiri av optiskum, heldur enn reellum, karakteri. Tí tá Olaf býtti frúnna av fyri báðar rókarnar, var støðan jøvn. Men heilt í tráð við kompromisleysu telvingina í allari kappingini, kom Hanus tó at yvirspæla sína støðu í eini roynd at vinna talvið. Tað sást týðuligt í leikunum 31…b5, og 37…h5, har Hanus royndi at pressa báðumegin borðið.

Eftir tað slepti Olaf ikki takinum, og til endans fingu teir tað klassiska temaðið við tveimum hvítum rókum móti svartari frúgv á borðinum, har Olaf til allarseinast simpulthen offrar rókarnar uppá f-finnuna og vinnur við resterandi finnustøðuni.

Hans Kristian-Finnbjørn
Hans Kristian og Finnbjørn telvaðu ein c3 sisilianara, har Finnbjørn við 12…h6 foreraði Hans Kristian eitt avgerandi kongaálop. Uppá 12…h6 svaraði HKS eisini karakteristiskt 13.Fh4. Hvør skal siga. Hevur tú ikki beint nú gjørt ein ivasaman leik Finnbjørn? Teir næstu 18 leikirnar var HKS ísakaldur og hamrandi effektivur, og fyri aðru ferð í kappingini vísti Finnbjørn stórt sportmanship, tá hann lat seg seta mát á g8!

Ólavur-Herluf
Tá Herluf – eftir mínum tykki nakað óskiljandi – flutti 12…Rih5 móti Ólavi, misti hann bæði eina finnu og fekk eina kompromitteraða finnustøðu frammanfyri egnum kongi. Í staðin kundi hann jú í hasi nokk so kongaindisku støðuni flutt eitt nú 12.Re8-Bf8-Bg7.

Ólavur smekkaði sjálvandi til á h5, og tað stutta av tí langa er, at hann síðani – feilfrítt – koyrdi sigurin í hús. Sum Arnold vildi sagt: Ólavur is back!

Soleiðis fingu vit eina nýggja støðu í toppinum av ársins FM kapping í talvi á Agrjum:

Olaf Berg, 4 stig.

Eyðun Nolsøe, 3,5 stig
Martin Poulsen, Ólavur Simonsen, Carl Eli Samuelsen, 3 stig.

Í dag verða tvey umfør telvd og vit kunnu tískil standa við einum greiðum favoritti í kvøld. Meiri um tað í frásøgnini í morgin.

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 1. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

Áhugavert 1. umfar, við fitt av mannfólkatelving! Finnbjørn slapp umsíður leysur við riddaranum og groundaði stigið heim. Eyðun og Martin droppaðu krígsmalingina, CENS man hava roknað væl uppá linjur og diagonalar, áðrenn mátnetið kom í hús, Ólavur hevur heilt víst havt marruna av 52. Re1 í nátt(!). Uttan silikonvinmannin dugi eg ikki at siga, um talvið annars var javnt?! Hans Kristinan broderaði í og so nógv rundan um hasa d-finnuna, sum eisni vísti seg at avgera talvið. Olaf, Høgni, Finnbjørn og Carl Eli vóru kaldir í hesum altíð nervøsa 1. umfari. Spurningurin er um Hans Kristian, Herluf, Hanus og serliga Ólavur klára at mobilisera 100% til næsta umfar, meðan Eyðun og Martin munnu hava havt tankarnar onkra aðrastaðni) Hvat siga aðrir viðmerkjarar?

{jcomments on}

FM uppdateringar – 2. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

Tað gongur ikki stillisliga fyri seg til FM í talvi. Í fyrsta umfari endaðu fýra talv við sigri/tapi og bert eitt við javnleiki. Í gjár vórðu trý talv telvað til kongafall, enntá eitt við tí legendariska skák-mát! Jú, landsliðsbólkurin leverar kamptelving í hesum døgum.
Aftaná katastrofala tapið í fyrsta umfari, leveraði Ólavur eitt nærum lýtaleyst talv móti Martini í gjár. Langa endaspælið var fyri sovítt uttan feilir við tí logiska javnleikinum í fylgi, og harvið hevur Ólavur stabiliserað sítt spæl, meðan Martin skjótt má vísa tenn, um hann skal fylgja við oddinum.
Tí í oddinum liggur ein formsterkur Ólaf við 100%’um so far. Ikki tí. Finnbjørn má ergra seg yvir 27. Fa4, sum sær út til at tapa en force. Hóast álopið hjá Olafi sá øðiligt út, so var støðan áðrenn frúgvaleikin í roynd og veru rættuliga jøvn. Finnbjørn kvitteraði við at lata Olaf seta seg í tað klassiska: skák-mát. Sannur ítróttarandi!
Triðja heila stigið broderaði Herluf Hansen í hús móti Carl Eli. Talvið tyktist reka borð í borð, tó við einum rímuliga stabilum fyrimuni til Herluf. Móti endanum misti Herluf stigvíst momentið, men tá Carl Eli ikki fann presisu verjuleikirnar, gjørdist a finnan hjá Herlufi brádliga drepandi, og ‘it’s all over now baby blue’ hjá Bob Dylan seyg seg niður yvir kongafallið hjá 2005 føroyameistaranum.
Tað er deiligt at síggja góða gamla hvalvíkingin Hanus Brekká við borðið aftur. Móti Hans Kristian Simonsen stóð hann tó eitt vet verri tað nógva av talvinum, og tá teir báðir tóku av javnleikinum átti Hans Kristian at telvað víðari. Við bispaparinum móti bispi og riddara og opnari støðu var tað heilt greitt svartur, sum kundi trola eftir tí heila stiginum.
Talvið millum Eyðun og Høgna byrjaði nógv seinni enn hini og er ikki inntastað enn. Tí hava vit sæð talvið enn, men tað frættist av Argjum, at Høgni lá eftirá. Spennandi verður at síggja, hvussu Eyðun hevur vunnið í móti tí framúr álopssinnaða og taktiskt evnaríka Høgna. 
Støðan í toppinum eftir trý umfør fái eg til: 1. Olaf 2 stig, 2. Eyðun 1,5 stig 3. Martin og Herluf 1 stig.

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 2. umfar, framhald

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update!
Í einum vælleiktum sisilianara fekk Eyðun ein risariddara á d5, sum Høgni – tað øll so ógvuliga væl vita aftaná – forsømdi at býta av í 14. leiki. Eftir tað býtti Eyðun alt træið av, og tá roykurin legði seg høvdu teir eina endastøðu á borðinum, sum Høgni helst metti til javnleik. Men Eyðun var snedigur og fekk fikserað allar finnurnar hjá Høgna á sama liti sum bispurin, og tá var bert eftir at skapa einar tveir veikleikar í støðuni. Framstødið við f-finnuni var ein vandi hjá Høgna, samstundis sum finnurnar frúgvamegin vóru veikar.
Eyðun smekkaði til, rendi f-finna fram og Høgni kom undir ógvusligt trýst. Hansara allar seinasti møguleiki var silikonleikurin 41. Kd3!, sum við presisum spæli hevði hildið javnleikin við tí uttasta á negnulum. Hugskotið er 41. Kd3+, Kd6 42. fxg3, Rf3+ 43. Ke4, Rxg3? 44. Rd1 og riddarin á d5 rýkur við sigri til Høgna. 
Men, men. Høgni fór á d2 í staðin fyri d3 og eftir tað var Eyðun náðileysur – næstan a la Magnus style:) Við sigrinum hevur Eyðun lagt seg á 2. plássið, meðan Høgni væl kann koma afturíaftur við sínum eina stigi frá fyrsta umfari.

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 3. umfar

Kick off til hesa støðuna stóð Martin fyri, tá hann í einum forrúkandi kongaálopi strippaði kongin hjá oddafiskinum í kappingini fyri alla verju. Fyrr í talvinum var tað annars Olaf, sum hevði initiativið, men í einum hópuppbýti satsaði hann meiri uppá tað smarta (20. Rid5) heldur enn tað praktiska og einfalda 20. exf5, sum gav greiðan fyrimun. Tá álopið hjá Martin rullaði í fullum útblástri kundi Olaf við 27. Ff2, í staðin fyri 27. Fe1, fasthildið eina dynamiska, men javna, støðu. Eftir tað var Martin kaldur, og tá Olaf í rokanum nappaði ein heilan rók, hoyrdu vit Jákup Thomsen sála fyri okkum, tá hann á sinni proklameraði: tú kanst gott fáa rókin, bara eg fái kongin:)

Við Olafi á knøðunum lá Eyðun ikki sjóvarfallið av sær, smekkaði til, tók alt stigið móti Hanusi, fyrsta plássið í kappingini, og alt kongaríkið – í minsta lagi fyri ein dag!
Talvið teirra millum var javnt allan vegin, inntil Hanus kom at blotta kongastøðuna við 29…g6. Fýra leikir seinni var ballið reelt buðið, og Eyðun nýggjur kongur av Argjum.

Finnbjørn fekk eisini í posa og sekk, tá Carl Eli bukkaði bispin aftur á d1 í 29. leiki. Hevði hann í staðin sett rókin á d1 varð talvið javnt. Talvið teirra millum var annars fullkomiliga javnt, enntá við ólíkalittum bispum, og tí tilsvarandi óskiljandi, at Carl Eli kundi tapa tað. Men tað eru fleiri telvarar enn Carl Eli sum hava upplivað The Phantom of the Opera á alljósum degi, m.a. undirritaði:)

Við sigrinum hevur Finnbjørn meldað seg inn í áhugaverda bunkabrúdleypið á ørðum plássi, hann kann kemur at kempa í móti Olafi og Martin.

Hans Kristian kom aftur á stigatalvuna við einum press talvi móti Herluf, har HKS stóð eitt sindur betur allan vegin. Herluf megnaði ikki trýstið, og tá hann í 43. leiki flutti rókin á tann eitraða puntin a5, sá HKS killaran 44. Rixe5 og over and out!

Einasta javnleikin í hesum mini-armageddon av triðja umfari stóru Ólavur og Høgni fyri. Í einum teoretiskum spanióla kom talvið ongantíð krittiskt út um remismarkið og teir samdust um javnleik í dagsins stytsta talvi uppá einans 25 leikir.

Jú, sanniliga opinberar ein spennandi FM kapping seg fyri okkum úti á Argjum, har stríðsviljin er so stórur, at eftir trý umfar eru tað heilir átta telvarar, sum hava vunnið eitt ella fleiri talv og seks teirra kunnu reelt gerast føroyameistarar. Í løtuni liggja telvararnir úr KTF og HT bestir fyri, men tað liggja seks umfør í millum støðuna í dag og steypahandanina leygardagin:)

Einki er avgjørt, men – yacta est alea!

 

 

{jcomments on}

FM uppdateringar – 4. umfar


Eyðun helt fast um oddin í einum longum talvi móti Herlufi, har hann í roynd og veru mátti vinna talvið tvær ferðir. Frá byrjan av útviklaði talvið seg til ein tema dyst millum hvítt bispa par og svarta riddara duo. Herluf bjóðaði sum hvítur Eyðuni alt ov lítið av, og hippofila strategi’in hjá Eyðun kom tískil so ruddiliga at skapa ein fullkomnan dominans á borðinum.

Men tá Eyðun í 37. leiki býtti monsturriddaran á f4 av við bleika bispin á d3 tveitti hann í veruleikanum sín vinnandi fyrimun fyri borð. Eftir tað var støðan leingi jøvn, men tá Herluf til seinast ikki fann røttu verjuressursirnar, avgjørdi Eyðun talvið við sínum finnumajoriteti frúgvamegin. 

Hesin poleposition sigurin var kærkomin hjá Eyðuni, tí tað vísti seg skjótt, at forfylgjandi havnarmennirnir so avgjørt ikki høvdu friðarligar ætlanir.

Tað vísti Olaf í sínum effektiva press sigri á Høgna. Í roynd og veru kom Høgni ongantíð fyri seg í hesum talvinum. Riddararnir vórðu planleyst fluttir aftur og fram, meðan bisparnir hjá Olafi styrknaðu leik fyri leik.

Undir ógvusligum pressi var Høgni noyddur at ofra ein kvalitet, og tá Olaf stutt eftir spottaði eitt fikst frúgvaoffur, hevði Høgni fingið nóg mikið hetta umfarið. Jú, Olaf er alvorliga við aftur eftir tapið í 3. umfari.

Hin havnarmaðurin í oddinum kom út í drekan móti Finnbjørn. At Martin var krígssinnaður sást tíðliga við tí rættuliga djarva kongaálopinum, hann setti í gongd, uttan av hava tryggja sín egna kong. Tað eydnaðist Martini at trýsta hin altíð taktiska Finnbjørn í verjustøðu, og tá Finnbjørn í eini kompliseraðari støðu flutti 30.g3, og fylgdi upp við 31.Rf5, skolaði álopið hjá Martin ígjøgnum.

Kenni eg Finnbjørn rætt, so hevði tað verið meiri í hansara stíli at spælt t.d. 14.e5 (í staðin fyri stutt borg), dxe5 15.0-0-0 við dynamiskum møguleikum til báðar partar.

Eftir fatala bukkin í fyrsta umfari, er Ólavur Simonsen back! Í dagsins einasta miniature talvi (stytri enn 20 leikir), revsaði hann eitt minni ævintýr hjá Hanusi náðileyst. Eitt sindur óskiljandi offraði Hanus bispin á g5 fyri tríggjar finnur. Vanligvís er tað ein OK uppgerð, men als ikki móti Ólavi, sum læsti og sløkti talvið eftir einans 17. leikir. Sum Jákup Hendriksen, sáli, vildi sagt: brutalt, tú! 

Talvið millum Carl Eli og Hans Kristian byrjaði sum ein fransmaður, og endaði í totalum kaos, sum teir báðir leingi megnaðu at halda skil á:) Tí bleiv tað til eina kapptelving á eini knívsegg, har tað als ikki var pláss fyri tí minsta feilinum. Hann gjørdi HKS í 34. leiki, tá hann ikki tók riddaran á c7. Í staðin valdi hann eitt sindur óskiljandi 34…Ria4 (en springer på randen er en springer på spanden). Svarið hjá Carl Eli var sjálvandi 35.Rixe6 við greiðum fyrimuni, og tá HKS tá svaraði við 35…Ke7 í staðin fyri 35…Ke8 og enn tá flutti rókin á g5 leikin eftir, hevði Carl Eli eitt fikst rókaoffur í ermuni, og sólin setti yvir hetta umfarið hjá Hans Kristian.

Í dagsins umfari hava favorittarnir Eyðun, Olaf og Martin allir hvítt. Koma teir at halda skansan ella vilja eltararnir á næstu plássunum tað annarleiðis? 

Livst so spyrst!

 

 

{jcomments on}