Heim / TSF / TSF

TSF

FM í snartelving 2015

Føroyameistaraheitið í snartalv verður:

27. desembur kl. 14.00 í Skúlin við Løgmannabreyt, Tórshavn.

Tilmelding i seinasta lagi leygardagin 26 des. kl. 18.00 á

faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 00 13 Upplýs navn + rating.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Telvað verða 9 dupultumfør.

Tíðin verður 3 minuttir +2 sekund pr leik.

Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðan suddendeath. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión.

Virðislønir til 1,2 og 3  + ratingvirðislønir. 

Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina.

 

Tilmeldingar:  

Aðalfundur 17.10.15

 

 

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 3. oktobur 2015.

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

 

Skrá sambært lógunum:

 

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

 

Í nevndini sita:

 

Finnbjørn Vang, form. (stendur fyri vali)

John Rødgaard 

Ingolf Gaard 

Elmar R. Fjallheim (stendur fyri vali)

Liljan Jacobsen (stendur fyri vali)

 

Møtið fjølment !

 

NEVNDIN

  

Steypakappingin 2015- innbjóðing.

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2014/15 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2014, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 75 14 22 (Finnbjørn Vang) . Tilmeldingarfreistin er 24. apríl 2015. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Fyri gisting við morgunmati er kostnaðurin 300 kr eyka pr persón. Avmarkað kømur eru á Gjáargarði, so tað er at skunda sær.

 

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA